21. september boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin frá, at Russland fór at innkalla 300.000 hermenn afturat, og fríggjadagin boðaði russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu frá, at tey vóru komin á mál hesumviðvíkjandi.
– Uppgávan við at innkalla 300.000 fólk eru fullførd, sigur hann og leggur afturat, at ongar ætlanir eru um at innkalla fleiri.
Av teimum 300.000 eru 82.000 sendir til Ukraina. Hinir 218.000 fáa venjing í løtuni. Miðalaldurin hjá hermonnunum er 35 ár.
Hundraðtúsundatals menn eru eisini rýmdir úr Russlandi til onnur lond seinasta mánaðin fyri at sleppa undan herttænastu. Teir eru m.a. rýmdir til Kasakstan, Georgia og Finnland.
Boðað hevur verið frá, at eisini sjúkir og eldri menn eru millum tey, sum hava fingið innkalling, og dømi hava eisini verið um, at lesandi eru blivin tvungin at gera hertænastu. Eisini eru dømi um, at hermenn hava manglað útgerð ella ikki hava verið nóg væl fyrireikaðir, áðrenn teir eru sendir til Ukraina.
Russiski forsetin hevur eisini ásannað áður, at trupulleikar hava verið við innkallingini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald