Í Russlandi er nýggj søgubók útgivin, sum inniheldur kunning um russisku innrásina í Ukraina.
Bókin, sum er skrivað uppá fimm mánaðir, er ætlað skúlanæmingum um 17 ára aldur, upplýsir rusisska útbúgvingarmálaráðið sambært Ritzau.
Bókin verður at finna í øllum skúlum frá 1. september, og skal hon eftir ætlan brúkast í undirvísingini.
Endamálið við bókini er, sambært russiska útbúgvingarmálaráðharranum, Sergej Kravtsov at lýsa endamálið við innrásini fyri skúlabørnum.
Tá Russland í februar í fjør gjørdi innrás í Ukraina, var endamálið sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin, at "demilitarisera og denasifisera" Ukraina, og hetta skal nýggja lærubókin gera næmingum greitt, verður sagt.
Nýggja bókin lýsir tíðarskeiðið frá 1945 fram til 21. øld, harímillum eisini kríggið í Ukraina.
Kravtsov leggur afturat, at broytingar verða gjørdar í bókini, tá "serliga hernaðarliga atgerðin er liðug".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald