
Russiski forsetin, Vladimir Putin og kinesiski forsetin Xi Jinping eru samdir um at styrkja samstarvið millum londini fyri at fara ímóti revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk móti Russlandi.
Tað boðar russiska stjórnin frá, eftir at Putin hevur havt eina telefonsamrøðu við Xi.
– Avtala er gjørd um at styrkja samstarvið innan fígging, vinnu, flutning og onnur øki. Tað hendir við støði í altjóða búskaparligu støðuni, sum er vorðin meira fløkjaslig orsakað av ólógliga revsipolitikkinum hjá vesturheiminum, verður sagt.
Putin og Xi gjørdu greitt, at teirra hugsan um altjóða politikk er hin sama ella nærum hin sama, skrivar russiska tíðindasotvan Tass.
Sambært kinesiskum sjónvarpi hevur Xi gjørt Putin greitt, at hann stuðlar "sjálvræðið og trygdina" hjá Russlandi.
Hetta er aðru ferð, at almenningurin veit um, at Putin og Xi hava tosað í telefon saman, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald