2024-05-06 11:50
Seks fólk í russiska landslutinum Belgorod, hava í dag latið lív í einum dronuálopi.
Tveir bussar vórðu raktir, og umframt tey seks, sum lótu lív, vórðu 35 fólk eisini særd, sigur uvernørurin í økinum, Vjatjeslav Gladkov.
Belgorod liggur á markinum til Ukraina og hevur javnan verið fyri ukrainskum álopum seinasta árið.
Russland heldur, at tað er Ukraina ella bólkar, ið stuðla Ukraina, sum standa aftanfyri.
Stýrið í Kyiv sigur, sambært Reuters, at Ukraina ikki tilvitað leypir á sivilfólk, men at landið hevur rætt til at leypa á Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald