Uttanlands

Russland sent hernaðarflogfør til Myanmar

Tað var í fjør, at avtala varð gjørd millum londini um herðnaðarstuðul, og nú hevur Myanmar fingið tvey av seks flogførum, sum verða latin úr Russlandi

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2023-09-10 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur nú latið Myanmar tvey hernaðarflogfør av slagnum SU-30.

Í september í fjør, varð avtala gjørd um, at Russland skuldi lata Myanmar hernaðarútgerð. Sambært avtaluni fær Myanmar tilsamans seks hernaðarflogfør frá Russlandi.

Avtalan millum Russland og Myanmar varð gjørd í sambandi við, at russiski uttanríkismálaráðharrin Sergej Lavrov vitjaði í høvuðsstaðnum í Myanmar, Naypyidaw. Tá gjørdi Lavrov greitt, at Russland stuðlaði hernaðarleiðsluni í síni roynd "at tryggja støðuna í landinum".

Umboð frá russiska verjumálaráðnum hava fleiri ferðir vitjað í Myanmar, síðan hernaðarkvettið 1. februar í 2021, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í USA siga tey seg vera stúrin um gongdina í Myanmar, og kann russiski stuðulin av hernaðarleiðsluni í landinum ikki góðtakast. Tað ger støðuna í landinum meira óstøðuga, sigur embætismaður úr amerikanska uttanríkismálaráðnum sambært tíðindastovuni.

– Einhvør, sum tosar við Ruslsand noyðist at siga teimum, at teirra framhaldandi stuðul av hernaðarleiðsluni ikki kann góðtakast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder