Uttanlands

Russland sigur seg hava tikið síðsta stóra býin í Luhansk

Ukrainska verjumálaráðið sigur tó, at Russland ikki hevur fult ræði á Lysytjansk, har harðligir bardagar hava verið seinastu tíðina

Lysytsjansk (Mynd: EPA)

Lysytsjansk (Mynd: EPA)

2022-07-03 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland sigur seg nú hava fult ræði á eysturukrainska býnum Lysytsjansk.

Seinastu tíðina hava harðligir bardagar verið í býnum, sum var tann síðsti stóri býurin í landslutinum Luhansk, sum ukrainskar herdeildir høvdu ræði á.

Fáar dagar undan russisku innrásini 24. februar viðurkendi Russland teir báðar landslutirnir Luhansk og Donetsk sum sjálvstøðug lýðveldi, men burtsæð frá Sýria hevur einki annað land viðurkent hetta.

Í dag boðaði russiska verjumálaráðið so frá, at russarar høvdu vunnið Lysytsjansk. Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu sigur, sambært russisku tíðindastovuni Tass, at hann hevur boðað Vladimir Putin frá, at tey hava "bjargað Fólkalýðveldinum Luhansk".

Talsfólk hjá ukrainska verjumálaráðnum sigur tó við BBC, at russiski herurin ikki hevur fult ræði á Lysytsjansk, og upplýsingarnar úr Russlandi eru heldur ikki váttaðar frá óheftari keldu, skrivar Ritzau.

Tó ásannar talsfólkið, at harðligir bardagar eru í býnum, og er tað heldur ikki óhugsandi, at ukrainski herurin tekur seg aftur úr býnum.

– Virðið á mannalívum hevur hægstu raðfesting, so onkuntíð kann mann taka seg aftur úr ávísum økjum fyri síðani at taka tey aftur í framtíðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder