Leygarkvøldið hendi ein syrgilig vanlukka í heimskenda Bolsjoj-leikhúsinum í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Undir einari framførslu av operuni "Sadko" hjá russiska Nikolaj Rimskij-Korsakov, datt ein partur av baktjaldinum niður á ein sjónleikara.
Sjónleikarin, ein 37 ára gamal maður, doyði.
Operan steðgaði alt fyri eitt, og áskoðarar vórðu bidnir um at fara, skrivar leikhúsið í fráboðan.
Sambært Ritzau eru myndugleikarnir nú í ferð við at kanna umstøðurnar nærri.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bolsjoj-leikhúsið er rakt av einum slíkum sorgarleiki. Í 2013 lat ein violinspælari lív, tá hann datt niður í orkesturgrøvina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald