Uttanlands

Russland skjýtur eftir el- og vatnveitingum

Zelenskyj kallar Russland fyri eitt yvirgangsland, ið fer eftir at drepa sivilfólk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-18 12:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukraina hevur í morgun verið rakt av russiskum rakettum fleiri staðni í landinum. Roynt hevur verið eftir týðandi infrakervi, og tað tykist sum um Moskva tilvitað roynir at raka vatn- og ravmagnsveitingina nú áðrenn veturin byrjar, skrivar Reuters.

Borgarstjórin í Zjytomyr, ein býur við 263.000 íbúgvum, segði í morgun, at har er bæði steym- og vatnveitingin rakt. Í Dnipro, har næstan ein millión fólk búgva, vóru tvær ógvusligar spreingingar við elverkið, sum gjørdu nógvan skaða.

Í Mykolajiv, har suðuri í landinum, rakti ein rakett ein íbúðarbygning, og minst eitt av fólkunum í bygninginum hevur latið lív, skrivar Reuters.

Eisini varð sagt frá álopum á streymveitingina í Kharkiv, har tað búðu 1,43 milliónir fólk undan russisku innrásini.

Volodymyr Zelenskyj, forseti, ákærir Russland fyri yvirgang og dráp á sivilfólk.

- Ukraina er undir álopi av hersetingarfólkum. Tey halda fram við tí, tey eru best til – at fremja yvirgang og drepa sivilfólk, skrivaði Zelenskyj á sosiala miðlinum Telegram.

- Yvirgangslandið fer onki at broyta við sær sjálvum við slíkum gerðum. Tað prógvar einans sín spillandi og drepanti atburð, sum landið kemur at standa til svars fyri, legði forsetin afturat.

Onki var sagt um, hvussu nógv fólk hava latið lív í álopunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder