Russiska sendistovan í Danmark steðgar nú við at veita konsulshjálp. Hetta hendir eftir at danska stjórnin hevur álagt sendistovuni at skera niður í starvsfólkahópinum.
Tað upplýsir konsulsdeildin í russiska uttanríkisráðnum á boðtænastuni Telegram í dag, sambært Tass tíðindastovuni.
- Í kjalarvørrinum av ódámligu avgerðini støðgar konsulsdeildin á sendistovu Russlands í Danmark sítt virksemi, ljóða boðini frá uttanríkisráðnum.
Harvið støðgar sendistovan við at taka ímóti umsóknum og skjølum í konsuls spurningum, skrivar Tass.
Tað ljóðar eisini, at arbeitt tó verður við framhaldandi at kunna veita russiskum statsborgarum konsulshjálp.
Ógreitt er nær hetta fær gildi, men Ritzau skrivar, at tað frættist, at sendistovan í Danmark tó fer at skriva út pass og visa fram til 25. september.
Danska uttanríkisráðið boðaði fríggjadagin frá, at starvsfólkatalið á russisku sendistovuni í Keypmannahavn skal skerjast.
Tað inniber eitt loft á fimm sendifólk (diplomatar) og 20 umsitingarlig og teknisk starvsfólk. Konkret merkir tað, at tíggju sendifólk skulu sendast heim, segði danska uttanríkisráðið fríggjadagin.
Hetta skal vera hent í seinasta lagið 29. september.
Fráboðanin var ikki væl móttikin í Russlandi, og varð skýrd at vera ein fíggindalig gerð.
Danska frágreiðingin ljóðar, at orsøkin er, at Russland fleiri ferðir hevur roynt at tryggja innferðarloyvi til russisk fregnartænastufólk.
Hetta skal vera hent í sambandi við samráðingar um visa til starvsfólk á donsku sendistovuni í Moskva.
- Hvørja ferð tey koma við uppskotum um fólk, sum skulu sendast til Keypmannahavnar, so er tað í veruleikanum njósnarar, talan er um, og tað vilja vit ikki hava. segði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri við DR fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald