Russland hevur styrkt loftverjuna við finska markið eftir at Finnland er blivið limur í verjusamgonguni Nato, upplýsir russiski generalurin Andrej Demin.
Russland hevur lært av støðuni í Ukraina, har dronur og rakettir hava verið nógv brúktar á báðum síðum, sigur hann sambært Ritzau.
Russland hevur sett upp 50 radarastøðir afturat í teimum økjunum, sum russar hava hertikið í Ukraina, eftirlitsflogfør eru á varðhaldi, og loftverjuskipanir eru styrktar í økjunum tætt við markið.
Markið millum Finnland og Russland er 1.300 kilometrar langt, og áðrenn Finnland gjørdist limur í Nato ávaraði Russland um, at tey fóru at styrkja hernaðarliga virksemið við markið, um Finnland varð innlimað í verjusamognuna, og herdeildir hjá øðrum Nato-londum vórðu sett inn í landið.
Tað var týsdagin, at Finnland gjørdist 31. Nato-limalandið. Hetta var sama dag sum Nato kundi hátíðarhalda 74. stovningardagin.
Tað var á vári í fjør at Finnland søkti um limaskap í Nato í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, og nú Finnland er limur í Nato er landið eisini umfatað av grein fimm í Nato-sáttmálanum, sum inniber, at Finnland fær hjálp frá øðrum limalondum, um onkur skuldi lopið á landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald