Uttanlands

Russland: Taliban skal strikast av yvirgangslistanum

Avgerðin er tikin á "hægsta stigi", skrivar russiska tíðindastovan Tass

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov og virkandi uttanríkismálaráðharrin hjá Taliban-stjórnini í Afganistan, Amir Khan Muttaqi (Mynd: Reuters)

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov og virkandi uttanríkismálaráðharrin hjá Taliban-stjórnini í Afganistan, Amir Khan Muttaqi (Mynd: Reuters)

2024-10-05 16:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skjótt verður afganska Taliban-tørslan ikki longur roknað sum ein yvirgangsfelagsskapur í Russlandi.

Avgerð um hetta er tikin á "hægsta stigi", og formliga tilgongdin at fáa hetta uppá pláss er byrjað, skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Hetta er nakað, sum hevur verið leingi ávegis.

Í mai segði russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov, at Taliban nú hevur valdið í Afganistan, og varð tosað um at strika Taliban av listanum yvir yvirgangsfelagsskapir fyri at "endurspegla veruleikan".

Í juli segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at Taliban var at rokna sum ein sameindur í stríðnum móti yvirgangi.

Taliban, sum tók valdið í Afganistan aftur í august 2021, hevur verið á russiska listanum yvir yvirgangsfelagsskapir síðan 2003. Seinastu trý árini hevur Taliban sett í gildi nógvar lógar, sum m.a. avmarka rættindi hjá kvinnum.

Enn er Taliban-stjórnin tó ikki viðurkend av nøkrum øðrum landi sum tann rætta leiðslan í Afganistan, og Taliban er framvegis at rokna sum yvirgangsfelagsskapur í USA og ES, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder