Uttanlands

Russland: Tannáringar handtiknir fyri at leggja ætlanir um yvirgangsálop

Sambært russisku trygdartænastuni høvdu fýra tannáringar ætlanir um at spreingja eina heimagjørda bumbu í býnum Jekaterinburg

2025-01-05 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska løgreglan hevur handtikið fýra tannáringar, sum eru undir illgruna fyri at leggja til rættis eitt yvirgangsálop í býnum Jekaterinburg, upplýsir russiska trygdartænastan FSB sambært russiskum miðlum.

Sambært FSB høvdu tannáringarnar ætlanir um at spreingja eina heimagjørda bumbu í býnum á einum staði við nógvum fólki. Hald er eisini lagt á tilfar, sum kann brúkast til at gera eina bumbu, verður upplýst.

FSB sigur, at tannáringarnir "deildu hugskot frá yvirgangsfelagsskapi, sum er bannaður í Russlandi" og "fylgdu nýnasistiskar rásir á Telegram".

Tannáringarnir eru allir russiskir ríkisborgarar, sum eru føddir í 2007 og 2008. Tveir teirra eru eisini skuldsettir fyri at hava sett eld á ein løgreglubil 22. desember, skrivar Ritzau.

Trygdin í Russlandi er versnað seinastu árini, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í februar 2022. Seinastu árini hevur Russland upplivað eina bylgju av eldásetanum, sum russiskir myndugleikar leggja Ukraina undir at standa aftanfyri. Eisini hava verið fleiri deyðilig álop, sum islamiskir bólkar sigast at standa aftanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder