Uttanlands

Russland tekur seg úr kornavtaluni

Krøvini hjá Russlandi eru ikki gingin á møti, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov (Mynd: EPA)

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov (Mynd: EPA)

2023-07-17 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kornavtalan millum Russland og Ukraina, sum seinasta árið hevur tryggjað útflutning av korni umvegis Svartahavið, verður ikki longd.

Tað upplýsir talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sambært Reuters.

Undir kornavtaluni, sum formliga fer úr gildi klokkan 22 í kvøld okkara tíð, eru nærum 33 milliónir tons av korni flutt úr Ukraina.

Tað var í juli í fjør, at avtala varð gjørd millum Russland og Ukraina við hjálp frá ST og Turkalandi fyri at tryggja, at tey bæði londini, sum eru millum heimsins størstu kornútflytarar, kunnu útflyta matvørur og forða fyri einari altjóða matvørukreppu. Síðani er avtalan longd tríggjar ferðir.

Men krøvini hjá Russlandi eru ikki gingin á møti, og tí verður avtalan ikki longd fyribils, sigur Peskov.

Lagt verður afturat, at avgerðin hjá russisku stjórnini einki hevur at gera við álopið á Krim-brúnna í morgun.

Les eisini: Russland: Ukrainar lopið á Krim-brúnna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder