Uttanlands

Russland tikið seg úr kornavtaluni

Orsøkin er, sigur Russland, at Ukraina hevur lopið á fleiri skip á Krim, og kann landið tí ikki tryggja tey skipini, sum taka lut í avtaluni – Í Ukraina siga tey, at tað eru russar sjálvir, sum standa aftanfyri, og brúka tey hetta sum umbering fyri ikki at fylgja avtaluni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-30 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur tikið seg úr avtaluni um kornútflutning í Ukraina.

Orsøkin er, sambært Russlandi, at eitt krígsskip, sum lá í havnabýnum Sevastopol á Krim-hálvoynni, varð álopið av dronum leygardagin, og álopið rakti eisini skip, sum høvdu til endamáls at veita trygd í sambandi við útflutning av korni.

Russar siga, at Ukraina stendur aftanfyri, og hevur russiska verjumálaráðið tí boðað frá, at Russland tekur seg úr avtaluni, tí landið ikki sigur seg kunna tryggja tey farmaskipini, sum taka lut í avtaluni.

Sambært Ritzau vísa tey í Ukraina aftur, at tað eru tey, ið standa aftanfyri álopið. Tey leggja russar undir sjálvir at standa aftanfyri og brúka tað sum umbering fyri at taka seg úr avtaluni.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba heitir á lond um at krevja, at Russland fylgir avtaluni.

Stephane Dujarric, talsfólk hjá ST sigur tað eisini vera umráðandi, at avtalan verður hildin. Hon hevur eina "jaliga ávirkan á atgongdina til mat hjá fleiri milliónum fólkum kring heimin", og tí er tað umráðandi, at partarnir ikki gera nakað, sum kann seta avtaluna í vanda.

Tað var fyrr í hesum árinum, at avtala kom í lag millum Russland, Ukraina, ST og Turkaland eftir drúgvar samráðingar. Avtalan gjørdi tað møguligt hjá Ukraina at útflyta korn aftur, sum landið annars ikki hevði kunnað, av tí at Russland blokeraði fyri útflutninginum umvegis ukrainskar havnir. Men í august varð útflutningurin tikin uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder