2023-07-24 11:03
Í nátt vórðu tvær dronur skotnar niður yvir russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Sergej Sobjanin, borgarstjóri í býnum, upplýsir, sambært DR, at tvær bygningar í miðbýnum vórðu raktar, men at eingin fólkaskaði var. Talan var um skrivstovubygningar, sum heldur ikki fingu stóran skaða.
Sambært russiska verjumálaráðnum varð talan um eitt ukrainskt dronuálop.
Ráðið sigur seg hava steðgað "eini roynd hjá stjórnini í Kyiv at fremja yvirgangsatsókn móti málum í økinum hjá Moskva".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald