Uttanlands

Russland: Ukraina framt fleiri enn 100 álop í oktober

Higartil í oktober hevur Ukraina framt í minsta lagi 100 álop á russiskt øki, sigur russiska fregnartænastan

Russiski býurin Belgorod varð álopin í vár (Mynd: EPA)

Russiski býurin Belgorod varð álopin í vár (Mynd: EPA)

2022-10-10 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil í oktober mánað hevur Ukraina framt í minsta lagi 100 álop á russiskt øki, sigur russiska fregnartænastan FSB.

Seinastu dagarnar eru 32 bygdir og býir í russisku landslutunum Bryansk, Kursk og Belgorod raktir av mortaraálopum, sigur FSB. 

Skotið hevur verið bæði við rakettum, mortarum, og dronum.

FSB sigur, sambært DR, at í minsta lagi ein persónur er dripin, og fimm eru særd í álopunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder