Ukrainski herurin hevur í nátt skotið seks rakettir av slagnum ATACMS (Army Tactical Missile System) móti málum í Brjansk í Russlandi. Talan er um rakettir, sum eru komnar úr USA, sigur russiska verjumálaráðið.
Ukraina hevur ikki váttað hesa fráboðan, men um upplýsingarnar hjá russiska verjumálaráðnum eru rættar, er hetta fyrstu ferð, at Ukraina fremur álop á Russland við amerikonskum rakettum, skrivar Ritzau.
Ukraina hevur áður brúkt ATACMS-rakettir men bert móti málum í russiskt hersettum økjum í Ukraina. Rakettirnar eru framleiddar av amerikanska vápnaframleiðaranum Lockheed Martin og kunnu røkka mál, sum eru 300 kilometrar burtur.
Boðað verður frá, at álopið varð framt stutt fyri klokkan 3.30 lokala tíð, klokkan 00.30 føroyska tíð.
Herfyri frættist í fleiri miðlum, at amerikanska forsetin, Joe Biden hevði givið Ukraina loyvi at brúka langtberandi vápn úr USA til at leypa á mál í Russlandi.
Russiska verjumálaráðið sigur, at rakettirnar, sum vórðu skotnar úr Ukraina í nátt, vórðu skotnar niður av russisku loftverjuni. Eingin fólkaskaði var, men eldur kyknaði í einum hernaðarbygningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald