Uttanlands

Russland: Ukraina royndi at drepa Putin í nátt

Tvær álopsdronur vórðu tileinkisgjørdar nærhendis Kreml, og ongin skaði hendi

Kreml (Savnsmynd: visualhunt.com)

Kreml (Savnsmynd: visualhunt.com)

2023-05-03 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland ákærir nú Ukraina fyri at royna at myrða russiska forsetan, Vladimir Putin.

Í nátt vóru álopsdronur sendar móti stjórnarbygningunum í Kreml. Russland ivast ikki í, at talan var um eina ukrainska roynd at gera av við russiska forsetan. Men tað eydnaðist at tileinkisgera dronurnar áðrenn tær gjørdu nakran skaða, upplýsir Kreml, sambært BBC.

Vladimir Putin var ikki í Kreml, tá álopið hendi.

Talsmaður hanssara, Dmitry Peskov upplýsir fyri russisku RIA-tíðindastovuna, at tað ikki hendi nakað við bygningunum í Kreml.

Óváttaðar upptøkur á sosialu miðlunum vístu rók yvir miðbýin í Moskva árla í morgun.

Í eini fráboðan úr Kreml varð sagt: “Í gjárkvøldið royndi stjórnin í Kyev at fremja eitt álop á Kreml-bústaðin hjá russiska forsetanum við ómannaðum flogførum”.

Lagt varð afturat, at hetta verður mett sum ein tilætla yvirgangsatsókn og morðroynd á russiska forsetan. Og at Russlandið tilskilar sær rætt til at fremja hevndaratsóknir, um tað skuldi verið hildið neyðugt.

BBC hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ukrainsku forsetaborgini, men haðani er ongin viðmerking.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder