Í morgun varð eitt álop framt á Krim-brúnna, sum knýtir hersettu hálvoynna og russiska Krasnodar-landslutin saman, sigur ukrainska uttanríkismálaráðið.
Fyrr í morgun boðaði russiski guvernørurin í Belgorod-landslutinum frá, at brúgvin var stongd fyri ferðslu orsakað av einari neyðstøðu.
Boðað varð frá, at tveir persónar lótu lív í álopinum. Talan var um foreldur til eitt barn, sum eisini fekk skaða, skrivar Ritzau.
Sambært russum varð álopið framt við ómannaðum dronum, og er tað Ukraina, sum stendur aftanfyri. Ukraina hevur ikki viðmerkt hendingina, skrivar BBC.
Krim-brúgvin lat upp í 2018, fýra ár eftir, at Russland hevði hertikið hálvoynna í 2014. Krim-hálvoyggin er tó ikki altjóða viðurkend sum russiskt øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald