Uttanlands

Russland: Varðhaldsfongslaðir í tveir mánaðir fyri yvirgangsálop

Fýra persónar eru varðhaldsfongslaðir fyri álopið á Crocus City Hall fríggjakvøldið, og tríggir hava játtað seg sekan

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-03-25 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra persónar, sum eru undir illgruna fyri at standa aftanfyri álopið á Crocus City Hall, eru varðhaldsfongslaðir í tveir mánaðir, fram til 22. mai.

Teir eru allir skuldsettir fyri yvirgang og kunnu fáa lívlanga fongsulsrevsing. Tríggir teirra hava játtað seg sekan í rættinum. Allir eru úr Tadsjikistan.

Teir sóu út til at hava verið fyri harðskapi í varðhaldi hjá løgregluni. Tveir teirra høvdu blátt eyga, og tann triði varð borin inn í rættarsalin í Moskva á einari børu, skrivar Ritzau.

Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri álopið fríggjakvøldið. Sambært russiskum myndugleikum lótu í minsta lagi 137 fólk lív í álopinum. Leygardagin segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at gerningsmenninir høvdu samband við Ukraina, og at teir vórðu handtiknir í landslutinum Bryansk á veg til Ukraina. Hann nevndi einki um IS. Sambært Ukraina er skuldsetingin hjá Putin absurd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder