Russar eru so smátt byrjaðir at tosa um friðaravtalu, men tað er helst meira enn ósannlíkt, at Ukraina fer at ganga við til hetta.
Hetta tí at Russland krevur, at einhvør friðaravtalu fyri at enda hesum krígnum skal innihalda tað, at Russland fær teir fýra ukrainsku landslutirnar, ið russar hava gjørt krav uppá undir krígnum og eftir fólkaatkvøðu í september.
Hetta sigur Dmitrij Peskov, talsmaður fyri russiska forsætismálaráðið.
Rusland hevur lýst fýra ukrainskar landslutir sum sínar: Donetsk, Kherson, Luhansk og Zaporizjzja.
Nevnda fólkaatkvøðan er fordømd í vesturheiminum - hon verður ikki sæð sum galdandi.
Russiski uttanríkisráðharrin hevur hótt við, at "krøvini hjá Moskva" skulu verða gingin á møti - herundir at Ukraina gevur landslutir til Russlands - ella fer tann russiski heruruin at avgera lagnuna hjá Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald