Sambært russiska verjumálaráðnum hava russar í dag dripið fleiri enn 600 ukrainsk herfólk í stórum rakettálopi á bygningar í Kramatorsk eystara parti av Ukraina.
Sagt verður, at álopið var hevnd fyri eitt ukrainskt álop á russiskar barakkir í Makiivka í Donetsk-landslutinum, har 89 russisk herfólk lótu lív, skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP, sum tó enn ikki hava kunnað vátta upplýsingarnar.
Sambært russisku myndugleikunum vóru fleiri enn 1.300 ukrainsk herfólk í teimum báðum bygningunum, sum vórðu raktar.
Nýggjársdag søgdu ukrainar seg hava dripið upp móti 400 russisk herfólk í Makiivka, meðan deyðstalið, sum Russland boðaði frá, var 63.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald