2022-02-27 12:14
Síðan hósdagin eru yvir 3000 fólk handtikin í Russlandi fyri at luttaka í mótmælum móti russisku innrásini í Ukraina, skriva fleiri miðlar.
Bert leygardagin vórðu 467 fólk handtikin í 34 ymiskum býum í Russlandi, hetta hóast russiska stjórnin hósdagin ávaraði borgarum ímóti at luttaka í mótmælum, eftir at herurin hevði gjørt innrás í Ukraina.
Um vikuskiftið hava mótmæli eisini verið í fleiri øðrum londum – bæði í Evropa og aðrastaðni í heiminum. Mótmælt varð m.a. í Georgia, Estlandi, Finnlandi, Fraklandi, Onglandi, Grikkalandi, Avstralia og Taivan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald