2020-12-11 11:51

Tá Erla Kongsdóttir nærkaðist Havnini í morgun fóru fleir rútar inn á skipinum.
Skipið hevði fingið ein sjógv á fjørðinum, og tað vóru ristingar, sum vóru orsøkin, upplýsir skiparin á Erlu Kongsdóttir fyri Kringvarpinum.
Erla Kongsdóttir er nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni, sum júst er farið í sigling. Skipið varð doypt mánadag fyrrapart, og um kvøldið fór Erla Kongsdóttir í sigling á nólsoyarleiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald