Uttanlands

Ruth Bader Ginsburg kórsett

Í farnu viku gjørdist hægstarættardómarin fyrsta kvinnuliga embætisfólkið at liggja á lit de parade í Kongressini

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-09-30 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð amerikanski hægstarættardómarin Ruth Bader Ginsburg kórsett undir einum privatum minningarhaldi á hernaðarkirkjugarðinum Arlington nærindis Washington D.C.

Ruth Bader Ginsburg andaðist 18. september eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð. Hon gjørdist 87 ára gomul.

Fríggjadagin skrivaði hon søgu, tá hon gjørdist fyrsta kvinnuliga embætisfólkið, sum hevur ligið á lit de parade í Kongressini.

Kistan hjá Ruth Bader Ginsburg varð borin upp í Statuary høllina, har avvaraðandi og onnur, harímillum demokratiska forsetavalevnið Joe Biden og varaforsetavaelvni hansara, Kamala Harris, vóru hjástødd.

[object Object]Kistan hjá Ruth Bader Ginsburg í Statuary Hall (Mynd: EPA)

Deyði hennara hevur elvt til politiskt stríð í USA um, hvør skal yvirtaka pláss hennara í hægstarættinum.

Demokratar halda, at eftirmaður hennara skal finnast eftir forsetavalið 3. november, men kortini peikaði Trump í farnu viku á 48 ára gomlu Amy Coney Barrett sum hansara valvni til hægstarættarsessin. Verður Amy Coney Barrett góðkend av senatinum, verður hon triði hægstarættardómarin, sum Trump hevur sett, síðan hann gjørdist forseti í janaur 2017.

Við Amy Coney Barrett fer hægstirætturin at hava seks konservativar dómarar av níggju, og kann hetta senda hægstarættin á eina konservativa kós tey næstu mongu árini.

Sambært amerikanska miðlinum NPR var tað vónin hjá Ruth Bader Ginsburg, at hon fór at liva nóg leingi til at síggja ein annan forseta enn Donald Trump í Hvítu Húsunum.

Ruth Bader Ginsburg sat í hægstarættinum í 26 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder