Føroyskar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár fáa, eins og í øðrum Norðurlondum, bjóðað mammografikanningar annaðhvørt ár, men ábendingar eru um, at tað gevur úrslit at bjóða kvinnum yngri enn 50 ár kanning eisini.
Tað sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um ætlanin er at víðka aldursbólkin, sum fær tilboð um mammografi.
Ruth Vang vísir á, at Ísland og Svøríki hava víðkað aldursbólkin, sum fær tilboð um mamografikanning, soleiðis at allar kvinnur í aldrinum 40-74 ár fáa tilboð um kanning, og at hagtøl í Føroyum vísa, at 10. hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.
Ruth Vang vil eisini hava at vita frá Eydis Hartmann Niclasen, um Sjúkrahúsverkið hevur neyðugu orkuna at víðka aldursbólkin, sum fær tilboð ummammografikanning, og hvat tað hevði kostað at víðkað tilboðið til kvinnur niður í 40 ella 45 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald