Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, bjóðaði seinnapartin inn til tíðindafund, har kunnað var um at broytingar í fosturtøkulógini vóru sendar til hoyringar.
Innbjóðingin til miðlarnar um tíðindafund klokkan 14 hjá Løgmálaráðnum kom klokkan hálvgum tólv. Men Ruth Vang visti av ongum, og í Framsókn eru tey heldur ikki samd um málið.
Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og harvið eisini forkvinna hjá landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, í Degi og viku í kvøld.
- Tá vit viðgjørdu hetta málið í sambandi við løgtingsvalið vóru vit tilvitað um ikki at brúka orðið fría fosturtøku, tí júst hetta við fríari føsturtøku hava nøkur í flokkinum tað nokkso truputl við. Og tí kann eg ikki siga, at vit sum flokkur eru fyri fríari fosturtøku.
- Men vit halda, at lógin eigur at vera dagførd, leggur Ruth Vang afturat.
Hon sigur eisini, at hon visti, at arbeitt var við málinum, men at ein tíðindafundur skuldi vera í dag, visti Ruth Vang einki um.
Les eisini: Endamálið er at minka um talið á abortum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald