Mentan

Rútmisk gudstænasta í Argja kirkju

Sunnudagin verður øðrvísi gudstænasta á Argjum. Derhard Jógvansson prædikar.

2020-01-20 08:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin klokkan 13.00 verður rútmisk gudstænasta í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum.

Henda gudstænastan líkist nógv einari vanligari gudstænastu, tá ið hugsað verður um ymisku liðini í eini gudstænastu. Tó er hon øðrvísi, tá ið tað kemur til sangin og tónleikin.

Ístaðin fyri urgu er tað ein tónleikabólkur, sum spælir undir til felagssangin, sum bæði eru sálmar og nýggjari sangir. Eisini er hon øðrvísi, við at borð standa í kirkjuni, har foreldur kunnu sita við børnum sínum undir gudstænastuni. Meðan børnini sita og tekna, kunnu foreldrini fylgja við gudstænastuni.

Derhard Jógvansson prædikar og eftir gudstænastuna er ein drekkamuður at fáa og okkurt til børnini eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder