Innanlands

Rútur brotin í løgtinginum

Fráboðanin kom stutt eftir klokkan sjey í morgun. Løgreglan, sum er í gongd við at kanna málið, hevur longu onkran undir illgruna

Vaktleiðarin undirstrikar tó, at hetta er óguliga fekst, og at man framvegis er í gongd við at kanna ymiskt. Hann kundi enn ikki úttala seg um, júst hvør rútur tað var, ella hvør møguliga ætlanin við gerðini var (Mynd: Sverri Egholm)

Vaktleiðarin undirstrikar tó, at hetta er óguliga fekst, og at man framvegis er í gongd við at kanna ymiskt. Hann kundi enn ikki úttala seg um, júst hvør rútur tað var, ella hvør møguliga ætlanin við gerðini var (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-21 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einaferð í nátt ella í morgun hevur onkur brotið ein rút í løgtingshúsinum. Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn við miðlarnar í morgun.

Fráboðanin um rútin kom nakað eftir klokkan sjey, og harvið er hetta hent fyri stuttari tíð síðani.

Tað sær út til at vera eitt brotsverk, og løgreglan heldur seg longu vita, hvør kann hava gjørt hetta.

Vaktleiðarin undirstrikar tó, at hetta er óguliga fekst, og at man framvegis er í gongd við at kanna ymiskt.

Hann kundi enn ikki úttala seg um, júst hvør rútur í Løgtinginum tað var, hvussu hann var brotin, ella hvør orsøkin til hesa gerðina kann vera. 

Dagført 08.02: Løgreglan hevur nú handtikið ein persón, sum við einum steini hevur brotið ein miðalstóran rút í Løgtinginum. Talan var um rút á 20x30, sum vendir omaneftir. Viðkomandi vil ikki siga, hví hann gjørdi hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder