Størsta flogfelagið í Evropa rópar nú varskó. Ryanair er millum annað kent fyri bíligar ferðir - og ivasama tænastu av og á - men tað hevur ávísa tign í flogheiminum.
Nú hevur Ryanair heitt á ES um at seta í verk reglugerð, sum sigur, at hvørt ferðafólk bert kann drekka tveir genstandir við alkoholi á einum flogvølli.
Hetta skrivar CNN
Tað skal tálma atferðini hjá ferðafólki, tá tey koma í flogfarið og harvið gera tað betri og tryggari umborð.
Tað er serliga, tá tað er seinkan vegna veður og annað, at ferðafólk kunnu fáa nógv niðurum, og at tað harvið kunnu gerast keðiligar støður, vísir Ryanair á.
Írska felagið hevur upplivað nakrar støður, sum hava birt undir hesa ætlanina. Í løtuni er eitt sakarmál móti einum ferðafólki, sum í fyllskapi órógvaði eitt flogar ávegis til Lanzarote so nógv, at neyðugt var at lenda áðrenn - í Oporto. Hetta órógvaði ferðina hjá 160 øðrum og kostaði nógv. Ryanair hevur stevnt persóninum eftir beint undir 150.000 krónum.
Tøl hjá The International Air Transport Association (IATA) vísa, at hendingar við ógvuliga óhøviskum ferðafólki - "Passenger Violence" nevnir CNN tað - henda nógv títtari enn fyri nøkrum árum síðani.
Tølini vísa ikki beinleiðis, nær alkohol hevur verið íblandað. Michael O’Leary, sjóri í Ryanair, hevur áður víst á, at ferðafólk ið eru til ampa umborð á teirra flogførum í flestu førum eru drukkin. Ryanair er eitt av mongu flogfeløgunum, sum avmarkar sølu av alkoholi umborð
Óvist er, hvussu hetta málið verður viðgjørt politiskt. Uppskot er um, at alkohol inntøkan á flogvøllin skal "stýrast" við boardingkortunum - eins og man nýtir tey til "Duty Free".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald