Uttanlands

Rýkur enn á Slotshólminum

Kanningararbeiðið hjá løgregluni av Børsen-eldinum fer at taka fleiri mánaðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-17 10:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað rýkur enn úr 400 gamla bygninginum Børsen á Slotshóminum í Keypmannahavn, har eldur kyknaði gjáramorgunin, og enn eru sløkkiliðsfólk í holt við at spræna vatn inn í bygningin fyri at sløkkja seinastu logarnar.

Tí hevur enn ikki verið møguligt hjá brandteknikarunum hjá løgregluni at sleppa inn at gera kanningar um hvussu, nær og hví eldurin kyknaði.

Kortini eru fyrstu avhoyringarnar gjørdar og upptøkur frá vakmyndatólum eru tryggjaðar til kanningararbeiðið.

Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at tað kann taka fleiri mánaðir at kanna eldin.

Ein partur av Børsen-bygninginum er uppkolaður og brendur í grund. Hin parturin er sloppin væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder