2024-01-26 07:46
Dagføring kl. 08:51: Bilførarin hevur vent sær til løgregluna. Ein misskiling førdi til, at hann koyrdi frá staðnum.
--
Eitt lítið ferðsluóhapp var í gjár í Niels Finsensgøtu við Sjónleikarhúsið tá tveir bilar bóru við hvønn annan.
Løgreglan greiðir frá, at annar bilførarin koyrdi inn til síðuna fyri at fáa orðið á hin bilføraran, men viðkomandi koyrdi avstað.
Hildið verður, at talan er um ein svartan Kia. Óhappið hendi klokkan 17:05. Árendi bilurin fekk eitt sindur av skaða, men eingin mansskaði var.
Løgreglan ynskir at frætta frá bilføraranum í bilinum, sum rendi á, so at bilførararnir kunnu tosa saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald