Uttanlands

Rýmdu úr salinum tá Lavrov helt røðu

Europeisk umboð og fleiri onnur fylgdu ukrainska uttanríkisráðharranum, tá hann rýmdi úr salinum undir røðuni hjá Sergej Lavrov á fundinum hjá mannarættindaráðnum hjá ST

2022-03-01 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur partur av luttakarunum á fundinum í Mannarættindaráðnum hjá ST rýmdu úr salinum fyrapartin, tá russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, fekk orðið.

Hetta skrivar danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, á Twitter. Hann var millum teirra, sum fór úr salinum undir røðuni hjá Lavrov, skrivar dr.dk.

Jeppe Kofod átti annars orðið eftir russiska starvsbróðurin.

“Russland eigur alla ábyrgdina av teirra “war of aggression” mótvegis Ukraina. Vit mugu stríðast móti russisku falstíðindunum og verja mannarættindini”, skrivar Kofod á Twitter:



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder