Sabrina Bluhm er sett í starv sum nýggjur leiðari á føroyska sjómansheiminum, Hotell Ørkini í Reykjavík.
Rúni K. Joensen segði seg í summar úr starvi, og Sabrina Bluhm, sum hevur starvast á Ørkini síðan 2016, tók við 1. juli.
(Mynd: Trúboðin)
Trúboðin skrivar, at Sabrina var varðaleiðari í fleiri ár hjá Ragnar S. Karlsson, fyrrverandi leiðara, og hevur útbúgvingar innan ferðavinnu. Hon tosar íslendskt, enskt, týskt og klárar seg á norskum.
Hon býr við familju síni í Reykjavík.
Í apríl mánaði varð Ørkin stongd vegna eitt stórt viðlíkahaldsátak. 18 mans og níggju kvinnur vóru tá í Íslandi og gjørdu stórt sjálvboði arbeiði. 58 timburvindeygu vóru tikin úr og nýggj plastvindeygu við trýdupultum glasi sett í. Allar gongdirnar og fleiri kømur vóru málað, øll teppir skift, nýggj ljós sett upp og annað viðlíkahald gjørt. Til seinast var alt húsið vaskað upp og niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald