Uttanlands

Sacheen Littlefeather deyð

Amerikanska sjónleikarakvinnan og stríðskvinnan, sum gjørdist kend fyri søguligu Oscar-røðu sína í 1973, gjørdist 75 ára gomul

Røðan, sum Sacheen Littlefeather helt undir Oscar-handanini í 1973, verður mett at vera fyrsta politiska Oscar-røðan (Mynd: AP)

Røðan, sum Sacheen Littlefeather helt undir Oscar-handanini í 1973, verður mett at vera fyrsta politiska Oscar-røðan (Mynd: AP)

2022-10-03 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sjónleikarakvinnan og stríðskvinnan Sacheen Littlefeather andaðist í gjár, 75 ára gomul.

Hon gjørdist kend í 1973, tá hon vegna Marlon Brando noktaði at taka ímóti Oscarvirðislønini, sum hann hevði vunnið fyri leiklut sín í filminum "The Godfather".

Sacheen Littlefeather helt eina stutta røðu, har hon greiddi frá, at tað var viðferðin hjá Hollywood av amerikanska upprunafólkinum, sum var orsøkin til, at hann ikki vildi taka ímóti virðislønini.

Marlon Brando, sum var forsprákari fyri rættindunum hjá afroamerikanarum og upprunafólkinum í USA, sendi Sacheen Littlefeather, sum sjálv hoyrir til amerikanska upprunafólkið, at bera hendan politiska boðskapin.

Áskoðararnir róptu háðandi eftir henni, og hareftir varð hon koyrt á svarta lista í Hollywood. Í august í ár bað Oscar-akademiið um umbering fyri viðferðina, sum hon fekk fyri nærum 50 arum síðani.

Eftir at hava fingið umberingina, segði Littlefeather soleiðis:

– Í mun til umberingina, so eru vit indianarar sera tolin fólk. Tað er jú bert 50 ár síðani. Tað vermir mítt hjarta at síggja, hvussu nógv er broytt, síðan eg ikki varð góðtikin av akademiinum.

Røðan hjá Littlefeather verður í dag mett at vera tann fyrsta politiska røðan hildin undir einari Oscar-handan. Seinastu 50 árini hava nógv onnur eisini hildið røður við politiskum innihaldi í sambandi við Oscar-handanina.

Sambært The Guardian hevði Littlefeather verið sjúk við bróstkrabba. Hon andaðist í heimi sínum í Kalifornia, umgyrd av familju hennara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder