Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, verður sagt, men okkurt bendir á, at tað sær eitt sindur ljósari út hjá teimum trimum flokkunum, sum eru í samgongusamráðingum í kvøld.
Málsøkjabýtið hevur elvt til høvuðbrýggj hjá flokkunum, og tað hevði við sær, at samráðingarnar steðgaðu á í næstan eitt samdøgur.
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hittust klokkan 22, og hava havt ymiskt fundarvirksemi síðani. Um eitt tíðina tóktiskt gongulagið at blíva eitt sindur týttari hjá ávísum floksformonnum, og kanska var tað eitt tekin um at tað var við at gleppa.
Seinastu løtuna hava Jørgen Niclasen og Jenis av Rana bíðað eftir Bárði á Steig Nielsen og Sambandsflokkinum, men fyri lítlari løtu síðani fóru teir tríggir upp á aðru hædd aftur at fundast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald