Innanlands

Sær longu gott út í summar

Í vetrarmánaðunum eru fyri tað mesta bara føroyingar, sum eru á Hotel Brandan, men nógvar bíleggingar eru longu nú til summarið. Hoyr prát við Virgar Enghamar, hotelleiðara og Petru Ingebrigtsen, sum er í móttøkuni

Virgar Enghamar og Petra Ingebrigtsen her í móttøkuni á Hotel Brandan

Virgar Enghamar og Petra Ingebrigtsen her í móttøkuni á Hotel Brandan

2025-01-31 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Er tað morgunmatur, burgari ella ein enn betri biti, so ert tú vælkomin inn á Hotel Brandan.

Nú eru skjótt fimm ár síðan, at Hotel Brandan stóð liðugt og eftir eina torføra byrjan mitt í koronatíðini, so er glið komið á. Tað er tó eitt pusslispæl at fáa starvsfólkavaktir til alt árið tí vetrarhálvan, sum er næstan sjey mánaðir, skal helst geva so nógvar pengar sum gjørligt.

[object Object]

Burgarin, sum fæst í hesum døgum, er verdur at royna. Øll kunnu støkka inn á gólvið til eina máltíð bæði í Húsagarði og í Landmark.

Hoyr prátið, sum Petur Zachariassen gjørdi við Virgar Enghamar, hotelleiðara, og Petru Ingebrigtsen, sum er í móttøkuni á Hotel Brandan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder