
Fyri góðum ári síðani kom Einar´s Distillery út við Føroya fyrstu whisky. Síðani eru 4 aðrar útgávur komnar, og í morgin fríggjadagin 17. desember kemur so sætta útgávan av Einar´s whisky.
Hendan útgávan er ein blanding av 4 oloroso sherry tunnum, tveimum 250 liturs og tveimum 90 liturs tunnum. Fløskan er avtappað við fullari fatstyrki á 56.5% og tað eru gjørdar 1198 fløskur.
Eisini hesuferð eru skoðsmálini góð frá Jim Murray, rithøvundur av The Whisky Bible, sum gevur henni 91 stig út av 100. Millum annað sigur hann: ”Just as batch 5, this exudes quality throughout. No off notes, no raving imbalances. For it´s age… this remains a remarkably good whisky”.
Fløskan fæst í Rúsunum kring landið og á flogvøllinum í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald