Innanlands

Sæunn verður stjóri í Runavík kommunu

Verður næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og leiðari fyri miðfyrisitingini

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2024-03-25 16:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Runavíkar býráð tók á býráðsfundi í farnu viku avgerð um, at seta Sæunn Lamhauge Nolsøe í starvið sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu.

Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst í januar, og tá umsóknarfreistin var farin 25. februar, vóru níggju umsøkjarar til starvið.

Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir, so sum økis- og deildarstjóri innan bankavinnuna í Føroyum og sum samskiftisstjóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.

Uppgávan sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum, og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runavíkar kommunu, beint undir borgar­stjóranum.

Víddin í Runavíkar kommunu er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Í miðfyri­sitingini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvsfólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og á stovnum, sum kommunan varðar av.

Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast tilber, skrivar Runavíkar kommuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder