Mentan

Sævar og Frelsurnarherurin heiðrað

Í sambandi við Ljósfest í Vági er vanligt t heiðra fólk og felagsskapir fyri teirra íkast til bygdina, og í gjár vórðu Sævar Halldórsson og Frelsurnarherin heiðrað

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2024-08-18 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ljósfest er í Vági hetta vikuskiftið, og á Ljósfest er vanligt, at Vágs Kommuna heiðrar fólk og felagsskapir fyri teirra íkast til Vág.

Í hesum sambandi heiðraði kommunan í gjárkvøldið Sævar Halldórsson og Frelsurnarherin, skrivar Vágs kommuna.

Í grundgevingini stóð m.a. um Sævar:

– Innan hondbóltin í Vági hevur Sævar gjørt stórt arbeiði, og tað megnar arbeiðið, ið Sævar her hevur lagt í VB, kann ein ikki metast nóg høgt, skrivar kommunan.

– Evnini at savna fólk kring seg og harvið at skapa, hevur altíð klári og hjálpsami sølumaðurin og radiomekanikarin eisini víst á verkstaði sínum, ið eisini virkar sum cafe ella kaffistova, har menn hvønn morgun savnast til hugna og prát. Soleiðis at sameina sølubúð, verkstað og kaffistovu er eitt einastandandi fyribrigdi, ið ein ikki sær nógvastaðni í heiminum. Og júst hetta eyðkennir Sævar. Alt er so líka til, og onki er ógjørligt.

Um frelsunarherin varð m.a. sagt:

– Ongin ivi er um, at orð eru fátøk, tá týdningurin av frelsunarherinum skal lýsast – tað sosiala arbeiði og góðu orðini á vegnum, - og so kanska mest av øllum alt tað, ið okkum ikki nýtist at vita nakað um. Tað, ið fer fram í tí stilla.

– Ein felagskapur, ið er virkin millum fólk, og sum óivað loftar mongum. Ein felagsskapurur, sum fekk fótafesti her í Vági, og hetta fegnast vit um.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder