Mentan

Saga JAM hjá Høgna Mohr vann Lesaravirðislønina

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum, og mikudagin verður virðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni

Høgni Mohr hevur skrivað bókina Saga JAM, sum vann fyrstu Lesaravirðislønina (Savmsmynd: Sverri Egholm

Høgni Mohr hevur skrivað bókina Saga JAM, sum vann fyrstu Lesaravirðislønina (Savmsmynd: Sverri Egholm

2024-03-04 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinnarin av Lesaravirðislønini er funnin.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson og vinnarin gjørdist ”Saga JAM”.

Mikudagin 6. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder