Fríggjadagin gav elektrosnillingurin Sakaris út sítt nýggjasta staklag við tilhoyrandi sjónbandalagi.
"Breathe" er heiti á lagnum, sum er tað fyrsta staklagið frá komandi útgávu hansara, "I Can Do Better", ið verður tøk 15. januar komandi ár.
Nýggjasta sjónbandalagið, ið sæst omanfyri, er tikið upp í Reykjavík, og lýsir tað eina heldur øðrvisi kærleikssøgu, har ið alt verður vent á høvdið, og alt gerst so neyðarsligt sum til ber.
Sakaris er kendur fyri síni peppaðu poppløg, harímillum "I Put On This Dress Only for You", "Music Is Never Gonna Make Me Rich" og stóra summarhittið frá 2020, "Aalborg".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald