Mentan

Saksofonleikarin David Sanborn deyður

Amerikanski tónleikarin gjørdist 78 ára gamal

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-05-14 06:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski saksofonleikarin, David Sanborn, er deyður orsaka av krabbameini í blørðuhálskertlinum – prostata. Hann gjørdist 78 ára gamal.

Tað var í 2018, at seksfaldi Grammy vinnandi tónleikarin fekk staðfest krabba í prostata, og sunnudagin seinnapartin megnaði hann ikki at stríðast móti sjúkuni meira, varð upplýst í eini dagføring á X.

Hóast sjúkuna helt David Sanborn fram við at spæla konsertir, og hann hevði enntá fleiri konsertir á skránni heilt fram til 2025.

Hann varð føddur í Tampa í Florida, men vaks upp í Missouri. Hann byrjaði at spæla saksofon longu sum tíggju ára gamal eftir tilmæli frá læknanum. Hann varð raktur av polio, og fyri at koma fyri seg aftur, byrjaði hann at miðsavna seg um tónleik, og tað førdi hann kring allan heim sum ferðandi jazztónleikari, skrivar Ritzau.

Hann ferðaðist eisini runt saman við kendum nøvnum innan tann meira populera tónleikin, eitt nú David Bowie, Stevie Wonder og The Rolling Stones. Listin av útgávun hann hevur spælt við á er langur.

Fyrsta útgáva hansara varð útgivin í 1975. Í 1981 vann hann eina Grammy virðisløn fyri lagið “All I Need is You”, tað var fyri bestu instrumentalu útgávu, og síðan varð hann heiðraður við fimm grammy virðislønum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder