Uttanlands

Saksøkir nú Andrew prins fyri kynsliga misnýtslu

Amerikanska Virginia Giuffre hevur reist mál við ein rætt í New York

Andrew prinsur og Virginia Giuffre í 2001, tá hon æt Roberts til eftirnavn (Mynd: BBC)

Andrew prinsur og Virginia Giuffre í 2001, tá hon æt Roberts til eftirnavn (Mynd: BBC)

2021-08-10 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Andrew prinsur í Bretlandi er nú rættarsøktur av eini kvinnu, sum fyrr hevur greitt frá, at hon sum ung varð kynsliga misbrúkt av prinsinum. Hetta skal vera hent meðan hon varð hildin sum eitt slag av sex-træli av nú deyða vinnulívsmanninum, Jeffrey Epstein.

Borgarliga málið er lagt fyri ein dómstól í New York City av Virginia Giuffre, skrivar Reuters.

Giuffre skuldsetir 61 ára gamla bretska prinsin fyri at hava misbrúkt hana kynsliga í trimum førum fyri umleið 20 árum síðani, tá hon sjálv var undir 18 ár.

Í 2019 greiddi hon sjónvarpsstøðini BBC frá, at hon sum ung varð hildin sum sex-trælur hjá Jeffrey Epstein. Meðan hetta hendi, varð hon tikin við til London fyri at vera saman við Andrew prinsi.

Talsfólk hjá prinsinum hava enn ikki viðmerkt skuldsetingarnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder