Innanlands

Sálarfrøðingur verður knýttur at farsóttarnevndini

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen verður atknýtt sum serkøn innan sálarfrøði

Annika Helgadóttir Davidsen (savnsmynd)

Annika Helgadóttir Davidsen (savnsmynd)

2022-01-04 10:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Drúgva koronufarsóttin við áhaldandi átøkum og avmarkingum ávirkar eisini fólk sálarliga. Tí verður nú sálarfrøðingur eisini knýttur at farsóttarnevdini eftir ynski frá landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Heilsumálaráðið hevur biðið sjúkrahúsverkið velja ein sálarfrøðing, sum kann taka lut á fundunum í farsóttarnevndini sum serkønur í sálarfrøði.

Hetta hendir eftir ynski frá landsstýrismanninum við heilsumálum sjálvum.

- Vit hava nú havt hesa farsóttina í útvið tvey ár og seta javnt og samt avmarkandi átøk í verk at tálma smittuútbreiðsluni. Tað er eyðsæð, at fólk verða støðugt meira sálarliga ávirkað av hesum, og tað hava vit skyldu at taka í størsta álvara. Tí haldi eg, at tað er rætt at knýta ein sálarfrøðing at farsóttarnevndini, at ráðgeva í sálarfrøðiligum spurningum og meta um sálarligu árinini av ætlaðum átøkum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

Sjúkrahúsverkið hevur sent tilmæli til Heilsumálaráðið, og landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, verður knýtt at farsóttarnevndini sum serkøn innan sálarfrøði.

Annika er sálarfrøðingur og Phd og er knýtt at Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum er partur av sjúkrahúsverkinum. Hon hevur drúgvar royndir sum sálarfrøðingur og granskari og hevur millum annað granskað í, hvussu korona hevur ávirkað sálarheilsuna hjá føroyskum arbeiðstakarum.

Frammanundan eru átta limir í farsóttarnevndini. Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru fastir limir í nevndini. Afturat teimum hevur landsstýrið valt Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Tummas í Garði, læknafakligan varastjóra í sjúkrahúsverkinum og Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks. Harumframt luttaka Bjarni á Steig, yvirlækni í sjúkrahúsverkinum og Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum ráðgevar á fundum í farsóttarnevndini. Og nú verður sálarfrøðingur so eisini knýttur at nevndini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder