Innanlands

Sálarligur harðskapur skal gerast revsiverdur

Tað er hann, sum nú er, ikki í Føroyum, og hetta vil Hervør Pálsdóttir broyta. Tingkvinnan hjá Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um hetta, og tað kemur til viðgerar í næstum

- Hetta eigur at vera eitt mál, har tað ber til at finna semju, so vit í nógv betur mun kunnu verja tey, ið hava verið úti fyri sálarligum harðskapi (Mynd: Jens Kr. Vang

- Hetta eigur at vera eitt mál, har tað ber til at finna semju, so vit í nógv betur mun kunnu verja tey, ið hava verið úti fyri sálarligum harðskapi (Mynd: Jens Kr. Vang

2022-02-16 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum revsilógin er í Føroyum dag, er sálarligur harðskapur bert revsiverdur, um hann fer fram saman við øðrum harðskapi. 

- Sálarligur harðskapur er skaðiligur og niðurbrótandi. Tað er eingin haldgóð orsøk fyri, at sálarligur harðskapur ikki skal kriminaliserast. Hetta eigur at vera eitt mál, har tað ber til at finna semju, so vit í nógv betur mun kunnu verja tey, ið hava verið úti fyri sálarligum harðskapi. Eg eri eisini vís í, at standa vit saman um hetta, kann tað senda eitt sterkt signal og viðvirka til eina neyðuga hugburðsbroyting á økinum.

Hetta sigur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, ið hevur lagt uppskot fram um at kriminalisera sálarligan harðskap.

Í tíðindaskrivinum hjá Tjóðveldi verður upplýst, at Kvinnuhúsið seinastu árini hevur fingið yvir 300 áheitanir um sálarligan harðskap árliga, og at kanning sum Lóður gjørdi í 2021 vísti, at 19 prosent av teimum spurdu, hava upplivað okkurt slag av sálarligum harðskapi.

Í fleiri av grannalondum okkara, millum annað í Danmark og Noregi, eru revsilógirnar broyttar soleiðis, at sálarligur harðskapur er kriminaliseraður.

Uppskotið hjá Hervør Pálsdóttir varð lagt fram á tingfundinum í dag og kemur til viðgerar í næstum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder