Mentan

Salt jarðarinnar – Jarðarinnar salt

Serligt listarverk verður sýnt fram í Müllers Pakkhúsi

2020-10-08 09:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi hóskvøld, 15. oktober, letur forvitnislig listaframsýning upp í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tað eru tær báðar listakvinnurnar ,Rannvá Holm Mortensen og Guðrið Poulsen, sum lata dyrnar upp til verkið ”Salt jarðarinnar – jarðarinnar salt”. Talan er um innsetingarverk (t.e. innstallatión), sum fyrstu ferð varð sýnt fram í Salt í mai og juni í ár.

Nú hava listakvinnurnar tillagað verkið til Müllers Pakkhús. Salt jarðarinnar – jarðarinnar salt snýr seg tematiskt rundan um saltjavnvágina, vistskipanina, tíðina, (dýr)gripir, kropp og náttúrunnar viðbrekni. Perspektivið er upp á tað mista paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin.

Fernisering verður hóskvøldið 15. oktober. Framsýningin verður opin mikudag til sunnudag kl 15-18 fram til 22. november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder