Innanlands

Sam Feldt verður at hoyra í Vágsbotni

28-gamli niðurlendingurin, ið millum annað hevur risahittið "Post Malone", fer at framføra á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august

2021-08-10 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hann byrjaði í 2015 at geva út tónleik, og beinanvegin legði tónleikavinnan til merkis, at her var talan um ein sera gávaðan mann. Stillisliga klintraðu løg hansara móti tindunum, og hann varð heiðraður við gullplátum í fleiri londum. Og so kom lagið “Post Malone” sum hann framleiddi saman við songkvinnuni RANI. Lagið rakk tindarnar kring allan heim, og bara á Spotify hevur lagið meira enn 164 mió stroymingar. Hetta eru ørandi tøl, sum vitna um ein sera vælumtóktan tónleikara. 

Soleiðis skrivar Okkara Voxbotn í tíðindaskrivi í dag, har tað verður kunngjørt, at 28-ára gamli niðurlendingurin, Sam Feldt verður at uppliva í Vágsbotni 
fríggjadagin 20. august. 

Talan er um eitt tað heitasta navnið á dansistøðum í løtuni, og Sam Feldt fer uttan iva at seta veruligt lív í fjøldina á Okkara Voxbotn, siga fyrireikararnir

Frammanundan er greitt at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Hanne Boel og The Antonelli Orchestra fara á framføra á Okkara Voxbotn 20/21, sum verður fríggjadagin 20. august og leygardagin 21. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder