Innanlands

Sam fer á beding í dag

Meðan Sam er á beding fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56, og Ternan ger farmatúrar týsdag og hósdag

Erla Kongsdóttir røkir siglingina, meðan Sam er á beding (Savnsmynd: Bjartur Vest

Erla Kongsdóttir røkir siglingina, meðan Sam er á beding (Savnsmynd: Bjartur Vest

2023-08-21 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Sam hevur siglt fyrstu túrarnar millum Klaksvík og Syðradal í morgun, fer hann á beding. 

Sam ger seinasta túrin av Syðradali klokkan 10.20, og verður hann eftir ætlan aftur í sigling á leið 56 í viku 37.

Meðan Sam er á beding fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á hesari leiðini, og Ternan ger farmatúrar týsdag og hósdag. Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan fyri hesa leiðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder