2019-12-29 14:08
Í vikuni varð boðað frá, at Sam væntandi fór í dokk 6. januar, og at Jósup fer at sigla á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal fyri Sam, meðan hann er í dokk.
Eisini varð boðað frá, at Ternan fór at sigla tveir farmatúrar um vikuna í hesum tíðarskeiðnum.
Men í dag boðar heimasíðan hjá Strandferðsluni frá, at Sam má í dokk longu í morgin orsakað av tekniskum breki.
Tí mugu bilar, sum skulu av Kalsoynni, av oynni í dag, sigur Strandferðslan.
Síðsti túrur hjá Sam í dag verður ikki sigldur, og kemur meira kunning seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald